Kappingin í grundspælinum í donsku elitudeildini er nú komin nærum hálvan veg. Ein leikarunum í kvinnudeildini er føroyska Juanna S. Joensen, sum spælir fyri SK Århus, og hjá teimum hevur gingið hampuliga væl.
Seks tey fremstu liðini í grundspælinum sleppa við í endaspælið, og fram til nú eru Juanna og tær á einum fjórða plássi, so málsetningurin hjá felagnum um at vera við í endaspælinum, tykist als ikki veruleikafjarður.
Juanna hevur tó ikki tikið lut í øllum dystunum higartil í ár. Okkurt skifti hevur hon verið uttanlands, men nú er hon so aftur á liðnum, og tað fer at líkjast einum føstum plássi hjá henni. Hon var tó ikki millum tær fyrstu á vøllinum, tá grannauppgerð móti ASV Århus var á skránni um vikuskiftið, men hon kom á vøllin í øllum settunum, og serliga í tí fyrsta gjørdi hon um seg, tá hon servaði liðið frá 19-20 til 24-20. Millum annað takkað verið tveimum reinum essum frá Juannu.
Endaliga úrslitið gjørdist ein 3-1 sigur til SK.