Juanna í essinum

Føroyski hevarin hevði lyklaleiklut, tá DM-favorittarnir úr Lyngby vórðu sendar heim við 1-3 tapi

flogbóltur

Tvey umfør eru nú leikt av elitu-endaspælinum í donskum flogbólti. Føroyska íkastið á kvinnusíðuni er her Juanna S. Joensen, sum spælir í SK-Aarhus. Og um vikuskiftið var hon rættiliga í fokus.
Mótstøðuliðið vóru DM-favorittarnir úr Lyngby, men tær fingu sjáldan eitt bein til jørðina í dystinum. Við settúrslitunum 17-25, 25-21-21-25, 25-22,15-11, vann SK Aarhus ein tryggan sigur, og tað var ikki minst Juannu at takka. Sum skilst, so spældi føroyski hevarin ein framúr dyst - kanska sín besta í Danmark yvirhøvur - og tí var alla tíðina bit og kraft í álopsspælinum hjá Aarhus.
Fyrsta dystin í endaspælinum taptu Juanna og tær annars við 3-1 fyri Fortuna Odense, og í samlaðu støðuni er SK-Aarhus á fjórða plássinum í kappingini.