Tað nýggja hjá JT electric er, at fyritøkan nú er farin at byggja nýbygningar, sum síðan verða útgjørdir sum fóðurflakar. Í løtuni byggir JT tveir slíkar fóðurflakar til Hiddenfjord í Vágum.

JT sendir trailara við vørum til Íslands

JT electric á Kambsdali hevur vindin í seglunum, og fyritøkan mennist og veksur hvønn einasta dag.

Tað nýggja hjá JT electric er, at fyritøkan nú er farin at byggja nýbygningar, sum síðan verða útgjørdir sum fóðurflakar. Í løtuni byggir JT tveir slíkar fóðurflakar til Hiddenfjord í Vágum.

Tað er stuttligt at fylgja við á Facebook-vanganum hjá fyritøkuni, JT electric á Kambsdali, sum serliga leggur seg eftir at framleiða fóðurflakar, fóðurskipanir og hátøkni til alivinnuna.

 

Fyritøkan hevur seinnu árini bygt nógvar fóðurflakar, og sum oftast hava hetta verið eldri farmaskip, sum eru umbygd og útgjørd við nýggjastu tøkni til fóðring og eftirlit við laksi í aliøkjum.

 

Tað nýggja hjá JT electric á Kambsdali er, at fyritøkan nú er farin at byggja nýbygningar, sum síðan verða útgjørdir sum fóðurflakar. Í løtuni byggir JT tveir slíkar fóðurflakar til Hiddenfjord í Vágum.

 

Hin 28. juli í ár skrivar fyritøkan á sínum Facebook-vanga, at nú er hin fyrsti nýbygningurin liðugt sandblástur, metalliseraður og málaður, og tað er fóðurflakin, sum vit síggja á myndini ovast í hesi grein.

 

- Nú byrjar síðsti partur av verkætlanini, har vit skulu instalera teknisku útgerðina umborð.

 

Hin 3. august í ár skrivar JT electric aftur á sínum Facebook-vanga, at nú fór nýbygningur nummar tvey inn í høllina til sandblásing, metallisering og máling, og hin 10. september verður skrivað, at nýbygningur nummar tvey nú er farin á sjógv.

 

##med2##

 

So seint sum í dag, hin 16. september, er aftur nýtt at frætta frá JT electric á Kambsdali.

 

- Í dag fór ein trailari við JT electric-vørum av Kambsdali til íslendsku alivinnuna.

 

Og her verður lagt soleiðis aftrat:

 

- Vit veksa við íslendsku alivinnuni, og vit hava ongantíð áður útflutt so nógv til Íslands sum í 2022. Hetta er sera hugaligt, verður lagt aftrat.

 

##med3##

 

 

 

 

 

Tað nýggja hjá JT electric er, at fyritøkan nú er farin at byggja nýbygningar, sum síðan verða útgjørdir sum fóðurflakar. Í løtuni byggir JT tveir slíkar fóðurflakar til Hiddenfjord í Vágum.

Suni Justinussen er stjóri í JT electric.

Her verður trailarin fyltur við vørum hjá JT electric til íslendsku alivinnuna.