JT electric í Afrika við trolkamera

- Tað er eitt stórt felag, sum eigur Helen Mary, og hetta felag eigur eisini ein av heimsins størstu trolarum. Vit vænta at selja eini tvey ella trý trolkamera til skip hjá Parlevliet & Van der Plas áðrenn langt um líður, sigur Ólavur Thomsen, stjóri í JT electric

TROLKAMERA

Í hesum døgum er Rúni Petersen, verkætlanar-og søluleiðari av trolkameranum, sum JT electric framleiðir, á ferð í Afrika. Í løtuni er hann umborð á trolaranum, Helen Mary, sum stóra hálendska felagið, Parlevliet & Van der Plas, eigur. Hetta er sama felag, sum eigur og rekur virksemið á Faroe Pelagic í Kollafirði.

Oyðimørk og tundra
Sum skilst, hevur tað tikið sína tíð at koma niður til Mauretania við útgerðini, og á ferðini hevur eisini verið koyrt í jeepi um ein part av Sahara.
Tað hevur ikki eydnast at fáa fatur á Rúna Petersen sjálvum, nú hann er umborð á Helen Mary, men í meyli hava vit lisið fylgjandi reglur hjá honum:
”Vit skiftast um at koyra millum oyðimørk og tundra, og kortini eru hús fram við vegnum – við umleið einum kilometri ímillum...”
Og so leggur Rúni aftrat:
”Fiskiskapurin her á leið hevur verið sera góður seinastu árini, men í ár stendur verri til. Kanska fer TC (trolkameraið) at fáa ferð á fiskiskapin aftur...”

Spennandi átak
Ólavur Thomsen, stjóri í JT electric, heldur, at hendan royndin við trolkameranum í Afrika er sera áhugaverd og spennandi.
- Tað er eitt stórt felag, sum eigur Helen Mary, og hetta felag eigur eisini ein av heimsins størstu trolarum. Vit vænta at selja eini tvey ella trý trolkamera til skip hjá Parlevliet & Van der Plas áðrenn langt um líður.
Í november í fjør luttók JT electric á Pacific Marine Expo í Seattle. Hetta er ein framsýning við ymiskari fiskivinnutøkni, har framleiðarar og útbjóðarar sýna fram sínar vørur, og keyparar leita fram við at síggja tað nýggjasta innan tøkni.
- Høvuðsorsøkin til, at vit fóru við til hesa stevnu í Seattle er, at vit hava ein av okkara bestu kundum har yviri, nevniliga American Seafood Company. Hetta felag hevur fleiri stórar verksmiðjutrolarar. Nøkur skip hjá felagnum brúka okkara trolkamera, og teir eru avbera væl nøgdir, sigur Ólavur Thomsen.

14 dagar umborð
- Rúni hevur nú verið umborð á Helen Mary í eina viku, og ætlandi verður hann umborð í eina viku aftrat. Upptøkurnar eru sera væl eydnaðar, og manningin hevur sæð ymiskar møguleikar, sum trolkameraið hevur og gevur teimum.
Ólavur Thomsen vísir á, at hugsanin við trolkameranum hjá hálendska felagnum, Parlevliet & Van der Plas, er bæði at gera royndir við skiljirist – og at gera aðrar eygleiðingar, sum kunnu føra til ymiskar broytingar og betringar av trolreiðskapinum.
- Rúni Petersen hevur eitt komplett trolkamera við sær á ferðini í Mauritania og umborð á Helen Mary, og vit eru rættiliga spentir eftir at síggja, hvussu úrslitið av átakinum verður, sigur stjórin í JT electric, Ólavur Thomsen.