Slovakski venjarin hjá Újpesti, Laszlo Molnar, var ikki nøgdur við avrikið hjá sínum á Svangaskarði.
? Nei eri eg ikki nøgdur við avrikið, tí vit lata tvey bílig mál fara inn, segði Laszlo Molnar eftir dystin.
Újpesti venjarin er fyrrverandi landsliðsmálverji hjá Slovakia, og hevur tvær ferðir leikt ímóti føroyska landsliðnum, og tí væntaði hann sær ein torføran dyst á Svangaskarði.
? Út frá mínum royndum ímóti føroyska landsliðnum, hevði eg satt at siga væntað ein torførari dyst, men kanska tíbetur fyri okkara menn, so gjørdist dysturin eitt sindur lættari enn væntað, tí vit spæla ikki væl í dag, greiðir Laszlo Molnar frá.
Spurdur um hann væntaði, at Újpesti kom víðari í kappingini, svaraði Laszlo Molnar, at umstøðurnar í Budapest vera nakrar heilt aðrar enn á Svangaskarði, og við tí í huga, at vit skjóta tvey mál í dag, so væntað eg at vit koma víðari.
At enda segði Laszlo Molnar, at hann hevði alt gott at bera føroyskum fótbólti, og at fólkið í føroyum var sera fyrikomandi. Serliga dámdi honum mátan, føroyingar spældu fótbólt uppá, tí sum hann sjálvur segði, so tordu føroyingar at spæla fótbólt, og tað sást týðuligt, at Føroyar var ein fótbóltstjóð, og hann rósti ikki minst ítróttarandanum, sum hann helt vera heilt í topp.