Journalistútbúgving viðgerast á tingi í morgin

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, skal í morgin greiða Løgtinginum frá, hvørjar ætlanir eru við føroyskari journalistútbúgving í Føroyum.

 

Tað er Hanna Jensen, løgtingskvinna fyri Framsókn og forkvinna í Løgtingsins mentanarnevnd, sum setir landsstýriskvinnuni munnliga fyrispurningin.

 

Hon vil hava at vita, um ætlanir eru um at seta á stovn journalistútbúgving í Føroyum. Hon vil eisini hava at vita, hvørjir fyrimunir eru við at skipa journalistútbúgving í Føroyum. Og síðan spyr hon, hvussu ein møgulig føroysk journalistútbúgving átti at verið skipað.

 

Hann Jensen vísir á álitið »Betri miðlar«, sum varð handað Helenu Dam á Neystbø, landsstýriskvinnu í mentamálum, í 2011. Har verður nevnt í innganginum, at Fróðskaparsetur Føroya arbeiðir við eini »miðlafrøðiútbúgving«.

 

–  Tó fyllir málið um útbúgving ikki nógv í álitinum, sum viðurkennir, at føroyska miðlaøkið er ungt, at ikki nógv er granskað í føroyskum miðlum, og at ein slík útbúgving kann slóða fyri, at miðlaspurningar verða meira viðgjørdir í framtíðini. Tó er eingin útbúgving sett á stovn, hóast stutt skeið um miðlar eru partur av lestrinum á Føroyamálsdeildini, sigur Hanna Jensen.

 

Hon vísiri eisini á, at stórar avbjóðingar eru í føroyska miðlandslagnum, og kjakið um Public Service, um miðlastuðul, um journalistiska handverkið og um støðuna hjá føroyska málinum, kundi bent á, at vit júst hava tørv á at stovnseta eina útbúgving, har tey, sum starvast innan miðlaheimin og tey, sum ynskja at stavast innan miðlaheimin, kunnu taka útbúgving og førleikamennandi skeið og kunnu styrkja fakliga samskiftið um journalistik, um fjølmiðlaábyrgd, um leiklut miðlanna í einum fólkaræði og ikki minst um føroyska málið í miðlahøpi. Sínamillum og í samfelagnum sum heild.

 

– Harafturat er ein natúrlig avleiðing av eini útbugving, at fleiri viðgerðir og kanningar verða gjørdar innan økið, og at lagt verður upp til gransking innan evnið í størri mun, sigur Hanna Jensen.