Journalistur skal halda steyparøðuna

- Hann heldur, at kappróðrarfólk eru gjørd úr einum heilt serligum stoffi, og at kappróður við sínum originaliteti og mentanarliga týdningi er sjálvskrivaður sum tjóðarítróttur føroyinga – men at hann til eina og hvørja tíð skal kunna gera seg fortjentan til at bera heiðurin.


Soleiðis lýsa fyrireikararnir av kappróðrinum á ólavsøku ársins røðara, ið trínur á pallin áðrenn sjálva steypahandanina.


Valið í ár er fallið á Rólant Waag Dam, journalist í Kringvarpinum, ið fyrireikararnir lova fer at siga sína hugsan um kappróður, tjóðskap og sunnan stoltleika.


Rólant trínur á pallin niðri við Kongabrúnna, beint eftir at tíggjumannaførini hava róð, umleið klokkan 17.30.