Heini Gaard
Formaður
Føroya Blaðmannafelag
Journalistiska frælsið er ikki til sølu. Hvørki í ítrótti ella í øðrum av lívsins viðurskiftum.
Journalistikkur er millum mangt annað rætturin og ábyrgdin hjá journalistinum, til eina og hvørja tíð sjálvur at avgera, hvat er vert at kasta ljós á og hvussu hetta verður gjørt. Tað er sjálvandi eisini galdandi í fótbólti.
At krevja, at samrøður við leikarar og venjarar skulu gerast á einum ávísum staði, við ávísar frammanundan valdar persónar og einans við frammanundan umbidnum loyvi, er fyri at siga tað bart út eitt sera álvarsligt inntriv í talu- og skrivifrælsi hjá fjølmiðlunum og kann als ikki góðtakast. Tað er eitt grundleggjandi journalistiskt prinsipp, at tað er journalisturin og eingin annar, sum avger, hvussu søgan skal forteljast tað veri seg við mikrofon, myndatóli ella við penni. Tað eitur í dagligari talu journalistiskt frælsi, um nakar skuldi verið í iva. At ganga við til krøvini í reglugerðini hjá FSF er ein vandamikil glíðubreyt, ið kann enda við, at ítróttarlig, politisk ella fíggjarlig áhugamál diktera, hvat hyggjarin ella lesarin skal hava at vita.
At ÍSF og FSF ikki vilja virða grundleggjandi prinsippir, sum verða hildin høgt í øllum vesturheiminum, er sera óheppið og sigur mest um ÍSF og FSF, sum felagsskapir.
Haraftrat er reglugerðin (sum er gjørd av FSF aftan á, at sáttmálin er undirskrivaður við Kringvarpið) eitt dømi um, at FSF als ikki hevur skil fyri, hvussu ítróttarmiðlar arbeiða. Tað er hinvegin ein roynd at geva ítróttarfeløgunum møguleika fyri at stýra søgunum í miðlunum og fyri at vinna pening upp á senditíðina hjá 3-2.
At til dømis krevja í einari reglugerð - sum FSF ger í hesum máli - at sjónvarpssamrøður skulu verða avtalaðar við felagið framman undan dysti og bert á einum ávísum staði, er burtur úr vón og viti og kann undir ongum umstøðum góðtakast.