Hvussu fáa vit góðan journalistikk í einum fjølbroyttum miðlalandslagi? Tað er grundleggjandi spurningurin, nú landsstýrismaðurin í mentamálum ætlar at broyta stuðulin til privatu fjølmiðlarnar, sonevnda miðlastuðulin.
Á aðalfundinum í fakfelagnum fyri føroysk miðlafólk leygardagin 20. mars varð lógaruppskotið hjá landsstýrismanninum umrøtt. Uppskotið snýr seg um, hvussu tvær milliónir krónur skulu býtast út øðrvísi enn ídag.
Føroysk Miðlafólk halda, at ynskir politiska skipanin góðan journalistikk í einum fjølbroyttum miðlalandslagi, so má ambitiónin røkka hægri enn tvær milliónir krónur í almennum stuðli.
Sum kunnugt ætlar landsstýrismaðurin, at miðlastuðulin skal býtast út til ítøkiligar verkætlanir, ið stuðul verður søktur um. Harvið fær Miðlastuðulsnevndin eina stóra uppgávu at loysa. Eftir leistinum verður tað eitt redaktionelt, journalistiskt val, ið liggur aftanfyri hvørja einstaka umsókn um miðlastuðul. Og tað redaktionella, journalistiska valið skal so vigast av Miðlastuðulsnevndini.
Við hesum leisti er sera umráðandi, at fult fokus er á journalistikkin. Tí má journalistiska umboðanin í Miðlastuðulsnevndini styrkjast, meiri journalistiskur førleiki má í nevndina. Í dag velur Fróðskaparsetrið eitt umboð, Føroysk Miðlafólk velja eitt umboð, og Búskapar- & Løgfrøðingafelagið velir eitt umboð, sum eisini skal vera formaður í Miðlastuðulsnevndini.
Lógaruppskotið leggur upp til, at treytirnar fyri at fáa stuðul skulu ásetast í kunngerð. Reyði tráðurin í hesi kunngerð má vera góður journalistikkur.
Føroysk Miðlafólk vilja við hesum rætta hondina út til landsstýrismannin, soleiðis at vit kunnu geva honum okkara íkast til at broytta miðlastuðulsskipanin verður so góð sum tilber fyri journalistikkin í Føroyum.
Formaðurin afturvaldur
Á aðalfundinum leygardagin 20. mars varð Jón Brian Hvidtfeldt afturvaldur til formann, og fer hann nú undir sætta árið í formanssessinum. Sambært viðtøkunum fyri Føroysk Miðlafólk skal formaðurin veljast hvørt ár, umframt tveir nevndarlimir. Nýggjur í nevndini er John Johannessen, sum avloysir Elina Mirjamsdóttir, bæði starvast tey sum journalistar í Kringvarpinum. Beate L. Samuelsen varð afturvald fyri næstu tvey árini.
Hini í nevndini eru Øssur Winthereig og Uni Arge, ið ikki stóðu fyri vali hesaferð.
Varalimir eru Arnfríð Joensen Dahl og Jens Kristian Vang.











