Journalistar tekkjast politikki

Ingolf S. Olsen, Rigmor Dam, Júst­in­us Eidesgaard, Øssur Wint­h­er­eig. Tað eru fýra tíð­ind­a­fólk – sum tó eru uttan fyri bein­leiðis miðlaarbeiði í løtuni – sum ætla at venda journ­a­li­stikk­i­num bakið og tekkj­ast pol­i­tikk­inum. Tey bjóða seg fram sum valevni fyri á­vik­a­vist Tjóðveldi, Jav­n­að­ar­flokk­i­num, Sam­bands­flokk­in og Tjóðveldi.

Frammanundan hava tíð­ind­a­fólk­ini Høgna Hoydal, John Jo­hann­e­s­sen, Bjørt Samu­elsen og Sjúrð Skaale á tingi. Síðst nevndi heldur tað vera so keðiligt at vera poli­tikari, at hann hevur boð­að frá, at hann helst vendir politikkinum bakið – eftir at hann hevur vent Tjóð­veld­i­num bakið.

Á sei­nasta vali var Georg L. Pet­er­sen, sum nú starvast á Dimma­lætting, millum val­evn­ini. Hann varð ikki valdur ta ferð­ina – men hann ætlar sær ikki at royna seg aftur hesa­ferð. Journ­a­list­ur­in Uni Arge hevur kjakast dúgliga í Sos­i­alinum og á Facebook um pol­itikk seinastu tíðina. Ser­liga er tað Sjúrð Skaale, sum hann hevur kjakast við um stevn­una hjá Tjóðveldinum. Men hvørki Tjóðveldi ella Uni Arge hava boðað frá nakr­ari uppstilling enn, so har er tað kanska meira tann brenn­andi áhugin fyri poli­tikki, heldur enn ynskið um at sleppa at ráða...