Teir fýra journalistarnir hava allir verið gestir í landinum, sum teir hava vitjað.
Sum ferðandi frá einum av hinum londunum í NORA-økinum, hava teir ikki bara eygleitt tað, sum er fremmant og annarleiðis, tað eksotiska. Tey hava eisini hugt eftir og lagt merki til tað, sum er felags fyri londini, tað sum ger at Grønland, Ísland, Føroyar og Strandarnoregi eru ein felags región.
Persónligar frásagnir
Úr Føroyum er útvarpsmaðurin Høgni Djurhuus farin á ferð til Noregs, hann hevur á sín egna sermerkta hátt skrivað um lívið í Norðurnoregi. Íslendska Bjørg Eva Erlendsdóttir hevur verið í Føroyum, norski Magne Kveseth í Grønlandi og grønlendska Mariia Simonsen hevur verið í Íslandi.
Nordatlantens ansigter leitar ikki eftir norðuratlantisku sálini ella eftir kjarnuni í samleikanum í økinum. Frá byrjan hava journalistarnir havt frælsi sjálvir at velja fólk at tosa við og skriva tekstin á sín egna persónliga hátt.
Ein región
Uppgávan hjá NORA er millum annað at styrkja samstarvið millum Grønland, Ísland, Føroyar og Strandarnoregi um felags avbjóðingar.
Víðsjónin í samstarvinum er , at tey fýra londini tilsamans eru ein región, tí tey hava nógv felags viðurskifti og fleiri felags avbjóðingar. Til dømis, tá ið hugsað verður um arbeiðs- og lívsviðurskifti í norðuratlantisku strandarsamfeløgunum, gagnnýtslu av havtilfeinginum og náttúruviðurskiftini, sum á so mangan hátt eru eins.
Tað eru ikki bara felags politisk og fíggjarliga áhugamál, sum skapa eina región.. Ein región eru eisini tey fólk, sum búgva og liva har. Ein región er eisini mentan, sjálvsfatan og hugsanir hjá teimum sum búleikast í økinum.
Við nýggju bókini vónar NORA, at lesararnir, sum fara við á ferð saman við journalistunum, eisini hugsa um Grønland, Ísland, Føroyar og Strandarnoregi sum eina región – teirra región.
Nordatlantens ansigter er 150 blaðsíður og fæst í bókasølunum










