Zeljko Jotic - ella Jota, sum hann vanliga verður nevndur - hevur í nógv ár verið partur av føroyska hondbóltsumhvørvinum. Upprunaliga kom til Tjaldur um aldarskiftið, men hann hevur síðani roynt seg í fleiri feløgum. Teirra millum Neistanum.
Nú er so greitt, at Jota skal venja málverjarnar hjá Neistanum næstu tvey árini. Umframt at venja málverjarnar hjá bestu mans- og kvinnuliðum felagsins, skal Jota eisini vera við til at leggja málmansvenjingarnar hjá yngru deildunum til rættis, skrivar Neistin á heimasiðu felagsins.