Ferðamannaskipið Sam, ið til dagligt røkir Kalsoyarleiðina, skal í næsta mánaði á beding, har skipið skal umvælast og sýnast. Tað skrivar Strandfaraskip Landsins á síni heimasíðu.
Tað hevur sum vant nakrar tillagingar við sær, tá kabalin við skipum og farleiðum skal leggjast av nýggjum.
Tað verður fyrst og fremst Jósup, ið skal taka sær av ferðamannaflutninginum á Kalsoyarleiðini, meðan Sam er á beding.
Tað er tó ikki einasta broytingin, tí fyri at loysa væntandi møguleika við farmaflutningi umborð á Jósup, fer Ternan, ið vanliga røkir Nólsoyarleiðina, at sigla farmatúrar á Kalsoyarleiðini mánadagar og fríggjadagar.
Tá Ternan sostatt verður tikin úr síni vanligari sigling á Nólsoyarleiðini mána- og fríggjadagar, mugu nólsoyingar taka til takkar við Jósup.
Sam fer á beding 7. mars og verður væntandi aftur í sigling 21. apríl.

Mynd: ssl.fo
Jósup og Ternan avloysa Sam

Mynd: ssl.fo

Mynd: ssl.fo

Mynd: ssl.fo

Mynd: ssl.fo

Mynd: ssl.fo

Mynd: ssl.fo