Joseph Hickersberger:

Fyrrverandi landsliðsspælarin og lands­liðs­venj­arin hjá Eysturríki er í blivin 65 ára gamal. Sum spælari spældi hann bæði í Týsklandi og í Eysturríki. Hann náddi eisini at spæla 39 landsdystir og skjóta 5 mál fyri Eysturríki í tíðarskeiðnum frá 1968 til 1978.

Hansara fyrsta uppgáva sum venjari var at venja landsliðið hjá Eysturríki. Tað gjørdi hann frá 1988 til lagnudagin í Landskrona. Hann var aftur landsliðsvenjari frá 2006 til 2008, tá Eysturríki saman við Sveis vóru vertstjóðir fyri EM endaspælinum. Hann hevur eisini ver­ið venjari hjá Austria Wien og Rapid Wien, um­framt landsliðsvernjari hjá Bahrain og fleiri fel­øg­um í miðeystri.