Josefina er ættað av Eiði, dóttir Dortheu og Jógvan Joensen. Hon var elst av 5 systkjum og var einasta dóttir. Longu sum 12 ára gomul misti hon pápan, og systkini vórðu nú einsamøll við mammuni, sum eisini gjørdist sjúk. Og longu sum 18 ára gomul varð Josefina saman við beiggjunum foreldraleys. Yngsti beiggin var bert lítil smádrongur, men Josefina og beiggjarnir valdu at bróta upp um armar og sjálv tók hon á seg at verða í móðurstað og varð um allar beiggjarnar, inntil teir vóru komnir til. Teir eldru beiggjarnir, hóast smáir, máttu tá breyðføða húskinum. Hetta knýtti systkini óloysiliga saman, og nú er bert Josefina eftir av teimum 5.
Tey høvdu skyldfólk í Funningi, og vóru tey tí oftani har. Har gekk ungur maður í bygdini, Knút Højsted, og tey komu at kennast og gjørdust góð. Knútur bygdi hús Úti á Bø í Funningi og tey bæði giftust og fluttu inn hagar sama kvøld tann 7. desembur í 1930. Her bygdu tey heim teirra upp og fingu 6 børn: Dortheu, Peter Jacob, Emmu, Jógvan, Onnu Sofíu og Karina, sum øll komu væl undan.Tey vuksu upp í einum tryggum og góðum heimi, har pápin vann fyri livibreyðið á sjónum, meðan mamman tók sær av heiminum. Tá í tíðini var tað so, at hennara ábyrgd, umframt børn, hús, mat og klæði uppá kroppin, eisini var torvarbeiði, hoygging, eplir, at ambæta og mjólka kúnni og at ganga til neytar. Hetta gjørdi Josefina til lítar, men Knútur var inniløgumaður, hann fylti allar kaggar og fiskatrø, har var altíð nokk av feskum, røstum og turrum. Soleiðis góvu tey børnunum eitt heim, sum tey allar tíðir við gleði vitja aftur til. Eisini ommu- og abbabørnini minnast aftur á heimið Úti á Bø sum nakað heilt serligt, har tey vitjaðu javnan.
Í 1988 sæt Josefina einkja. Hóast Knútur ikki longur var ein unglingi, hann gjørdist 87 ára gamal, varð hetta ein missur fyri Josefinu, nú at verða einsamøll. Í 1991 misti hon elstu dóttrina. At missa børn man vera eitt tað ringasta, og hetta tók hetta henni sjálvandi dygt, men hóast missin var hon verandi heima inntil 1998, tá hon eftir mjarnabrot flutti til dóttrina Emmu í Haldórsvík. Her hevur hon síðani verið og hava tær báðar ein góðan og gevandi gerandisdag, sum Josefina eins og øll familjan setur stóran prís uppá.
Við hesum fáu orðum fara vit at ynskja Josefinu hjartaliga til lukku á 100 ára degnum og eitt blítt lívskvøld.