Portugisiski fótbóltsvenjarin Jose Mourinho hevur verið ein av høvuðspersónunum í enskum og altjóða fótbólti seinnu árini. Venjarin við teimum góðu úrslitunum og mongu meiningunum hevur myndað europeiskan fótbólt sum fáur, men nú er hann liðugur í enska felagnum Chelsea, har hann hevur verið venjari síðani 2004.
Hetta hendi eftir eina dramatiska hósnátt í enska stórfelagnum. Enskir fjølmiðlar hava ikki fingið uppklárað, um Mourinho sjálvur segði seg úr starvi, ella um hann var sekkjaður. Møguliga var ein uppsøgn á veg, og so valdi Mourinho sjálvur at smekka við hurðini.
Chelsea hevur váttað, at felagið og venjarin eru farin hvør til sítt, og at tey eru samd um avgerðina.
The Sun skrivar, at Mourinho í gjár hevði ein samanbrest við liðformannin John Terry, sum hann helt ikki spældi nóg væl, og tað kann hava verið viðvirkandi til, at Mourinho fór úr starvinum. Ivasomu úrslitini í hesum kappingarárinum hava eisini lagt trýst á venjaran.
Ovasta leiðslan í Chelsea var á kreppufundi á Stamford Bridge í nátt, og tá ið fundurin var lokin 20 minuttir yvir eitt, váttaði felagið, at Mourinho var givin í Chelsea.
44 ára gamli Jose Mourinho hevur serliga gjørt vart við seg sum venjari í FC Porto og í Chelsea. Hann kom til Chelsea í juni mánaði 2004, og síðani hevur hann leitt Chelsea til tvey ensk meistaraheiti umframt gull í fleiri steypakappingum.
BBC heldur seg vita, at nýggjur venjari hjá Chelsea verður ítróttarstjórin í felagnum, Avram Grant.