Manchester United hevur í dag boðað frá, at José Mourinho ikki longur er venjari hjá felagnum. Sunnudagin tapti Manchester United 3-1 fyri Liverpool og kritikkurin hevur heglað omanfyri portugisiska venjaran.
- Manchester United boðar frá, at José Mourinho ikki longur er venjari í felagnum. Felagið ynskir at takka José fyri arbeiðið í tíðini í Manchester United, og ynskir honum bestu eydnu í framtíðini, skrivar Manchester United á heimasíðuni.
Felagið boðar eisini frá, at fyribils venjari verður settur fyri restina av kappingarárinum, meðan felagið leitar eftir einum nýggjum venjara.











