- Nú vinningurin er komin upp á 1,4 milliónir krónur, so helt eg, tað hevði verið stuttligt at gera okkurt serligt burtur úr, sigur Jórun Mørkøre.
Hon bjóðar tí til Gekkaspæl, -búff og -kaku í bakarínum í kvøld.
- Eg fari at bjóða Angus búff við salat og epli og onkra barnamenu eisini, men annars verður opið sum vanligt og alt tað vanliga verður eisini at fáa, sigur hon.
- Tað er so hugnaligt, tá fleiri sita saman og spæla Gekk og ímynda tær, um onkur her vann? Jórun Mørkøre sigur, at 30 hava longu teknað seg til kvøldið, men enn er gott pláss, tí hon hevur pláss fyri 80 fólkum.
- Eg vænti at tað verður sera stuttligt og hugnaligt í millum spølini, men meðan tølini vera lisin trúgvi eg ikki, nógv hætta sær at práta sín ámillum.
Í kvøld verður so eisini høvi at keypa Gekkakakur.
- Eg royndi eina ferð fyrr, men tá fekk eg eina átalu fyri at nýta Gekkin uttan loyvi frá Kringvarpinum. Hesa ferð havi eg tí spurt um loyvi, og tað var einki problem, søgdu tey, so hesaferð er samvitskan rein, sigur Jórun Mørkøre.