Jorsalsferðin viðvíkjandi hoyrilíkindum á fjarleiðum

Niklái Petersen,
løgtingsmaður

Undir umrøðuni av ólavsøkurøðu løgmans 6. august 2002 setti eg landstýrismanninum í vinnumálum spurningin, hvussu tað var við møguleikunum at hoyra útvarpið á fjarleiðum, hvar nógvir føroyskir sjómenn eru í vinnu alt árið runt.
Upployst varð, at arbeitt varð við málinum og at ein ein nevnd sat og gjørdi eitt upplegg til landstýrismennirnar í mentamálum og vinnumálum soleiðis at støða kundi takast til at fáa hoyrilíkindini hjá Ùtvarpi Føroya nøktandi á fjarleiðum.
Í skrivligum fyrispurningi reistur 28. august í 2002 var spurt hvør mannaði hesa nevnd, og um ikki møguleikar vóru fyri eini fyribilsloysn, meðan nevndin sat og arbeiddi.
Nevndin, ið m.a. skal geva tilmæli um útvarpshoyrilíkindir á fjarleiðum er mannað við: einum umboði frá Mentamálaráðnum ? einum umboði úr Vinnumálaráðnum ? einum umboði frá Fjarskiftiseftirlitinum ? einum umboði frá Ùtvarpi Føroya og einum umboði frá Sjónvarpi Føroya.
Mett var tá, at arbeiðið hjá nevndini skuldi verða greitt úr hondum í seinasta lagi 1. mai í ár.og eitt tilmælið tá skuldi fyriliggja til landstýrismannin, at taka støðu til.
Ein fyribilsloysn kundi verið, at leiga seg inn á kortbylgjusendinetið, hjá eitt nú íslendarum á Guvunesi og harvið nøkta tørvin á Flemish Kap, í Canada, Vesturgrønlandi, Eysturgrønlandi og Svalbard/Barentshavið, ein góð og rættuliga bílig loysn, sum hevði kosta umleið 2 ársverk, eftir upplýsningum í tá fyrilógu.
Landstýrismaðurin í vinnumálum metti ikki rætt, at ein fyribils loysn varð gjørd út frá tí grundgeving, at tað kann verða óheppið at gera íløgu í ávísa loysn, áðrenn kannað er hvør loysnin er best hóskandi í mun til kostnað og tørv.
Landsstýrismaðurin metti málið hava týdning og ynskti at nevndin gjørdi sítt arbeiðið liðugt, soleiðis at betri grundarlag var fyri eini støðutakan.
Tíðin gongur og enn er onki komið frá nevndini, havi latið mær fortalt, at nevndin ongan fund hevur havt síðani einaferð í februar.
Um so er, kann hetta mál ongantíð loysast, og niðurstøðan má verða tann, at sera lítið forstáðilsi fæst og sera lítil virðing fyri tí siglandi fólkinum fæst frá landstýrinum.