Stórleikarin hjá Tottenham, Son Heung-Min og hansara liðfelagar á suðurkoreanska landsliðnum vóru hjá veddingarfyritøkunum greiðir favorittar til at vinna á Jordan í hálvfinaluni í asiatiska endaspælinum.
Men Jordan vildi tað øðrvísi og vann ein óvæntaðan, men uppibornan 2-0 sigur. Suðurkorea hevði bóltin nógv, men Jordan hevði væl fleiri vandamiklar málmøguleikar í dystinum.
Yazan Al Naimat legði Jordan á odda 1-0 tá 53 minuttir vóru leiktir. 13 minuttir seinni økti Mousa Al-Tamari um leiðsluna til 2-0.
Suðurkorea megnaði ikki at bróta niður sterku verjuna hjá Jordan, og so kundu jordansku leikararnir stórfegnast um fyrstu endaspælsfinaluna nakrantíð hjá Jordan.
Í morgin klokkan 15 møtast vertslandið, Katar og Iran í hinari hálvfinaluni.
Finalan verður spæld leygardagin klokkan 15.