Jonna er fødd og uppvaksin á Sandi, dóttur Annu Dahl úr Funningi og Óla Krog á Sandi. 6 ára gomul misti hon mammuna, og var hon 19 ára gomul tá pápin fór. Í 1977 tók Jonna útbúgving sum sjúkrahjálpari á Sjúkraliðaskóla Islands. Jonna er ynskt av 4 systkjum. Hon hevur síðan 1983 arbeitt sum læknaskrivari hjá kommunulæknanum á Sandi. Tvær ferðir er hon vald í bygdaráðið, har hon eisini hevur verið skrivari í mong ár. Í 13 ár var hon í umboðsráðnum hjá Føroya Sparikassa. Hóast tornur á vegnum er hon altíð við sínum róliga og milda verumáta øðrum til hjálpar. Jonna er gift við Elis Poulsen og eiga tey børnini Miu 24 ár og Ólav Enna 20 ár.