Jonna í Innistovu, ið til dagliga býr í danska býnum Grindsted, fekk ein skelk fyrr í vikuni, tá hon fekk boð um at møtast við Kriminalforsorgini.
Tað var tá hon kannaði sín e-Boks, at hon sá eini boð til sín, har hon fekk boð um, at hon skuldi møta við Kriminalforsorgina í samband við, at hon skuldi inn at sita. Tað er Ekstra-Blaðið, ið greiðir frá søguni hjá føroysku kvinnuni.
- Hon gjørdist í øðini, tí hon vil hvørki inn at sita ella hava nakað at gera við Kriminalforsorgina, sigur maður hennara, Joannes í Innistovu, við Ekstra-Blaðið.
Tað gjørdist skjótt greitt, at talan helst var um ein feil. Skrivið var nevniliga sent til ein mann við arabiskum navni.
Joannes í Innistovu metir, at orsøkin kann vera, at konan og viðkomandi eru fødd sama dag.
- Men tað má sjálvandi ikki henda, tí fýra tey síðstu tølini í P-talinum eru ikki tey somu, sigur Joannes í Innistovu.
Joannes í Innistovu upplýsir fyri Ekstra-blaðnum, at tey hava fingið eina umbering frá Kriminalforsorgina.
Talsmaðurin fyri e-Boks, Susanne Søndahl Wolff, upplýsir eisini fyri blaðnum, at talan helst er um ein menniskjaligan feil.