Tað endaði 2-0, tá ið U-21 landsliðið í kvøld var á heimavølli ímóti Armenia í EM undankappingardysti. Hetta var fyrsti dystur í nýggju undankappingini.
Tvífaldur málskjútti var Jonn Johannesen úr KÍ. Hann var fremsti maður í 4-5-1 spælskipan. Á miðvøllinum var Magnus Holm Jacobsen sera eyðsýndur.
Fyrra málið stútaði hann eftir horna úr vinstru, sum liðformaðurin Stefan Radosavljevic tók sær av. Tað var í 68. minutti, og seinna málið skoraði hann, tá ið tað restaðu seks minuttir. Jonn var fyrstur á returbólti, eftir at innskifti Steffan A. Løkin hevði roynt seg.
Tað er ikki á hvørjum degi, at Føroyar vinna landsdyst, og tað verður fegnast um annan landsliðssigurin í tveir dagar. Í kvøld var talan var um óstøðugt avrik, og í fyrra hálvleiki var fleiri ferðir talan um mistøk í uppspælinum, sum bóru møguleikarnar til mótstøðumenninar við sær.
Eftir at Føroyar høvdu lagt seg á odda 1-0, skinklaði tað eina løtu, tá ið Armenia hevði málmøguleika.
Men so var tað, at Jonn Johannesen staðfesti sigurin. At hava álopsspælara, ið av álvara hevur máltev vísti seg aftur í kvøld at vera týdningarmikið.
Føroyar vunnu 2-0, og harvið sær tað enn einaferð spennandi út hjá Sámal Erik Hentze og U-21 landsliðnum, sum fleiri ferðir áður hevur megnað góð úrslit.
Føroyar – Armenia 2-0 (0-0)
U-21 EM undankapping
Týsdagin 8. juni 2021 kl. 17.30
1-0: Jonn Johannesen 68.
2-0: Jonn Johannesen 84.
Dómari: Robert Ian Jenkins úr Wales
Bárður á Reynatrøð, Víkingur – Hanus Sørensen, Middelfart BK, Samuel Johansen Chukwudi, HB, Børge Petersen, KÍ, Pætur Turiðarson Skipanes, NSÍ – Símun Sólheim, EB/Streymur (Áki D. Samuelsen, HB, 58.), Magnus Holm Jacobsen, B36, Stefan Radosavljevic, HB, Noah Mneney, Víkingur (Steffan A. Løkin, 82./ Ingi Jonhardsson, Víkingur, 87.), Lukas Giessing, HB – Jonn Johannesen, KÍ
Á beinkinum: Peter Bergmann Hansen, Middelfart BK, Bjarni Vitalis Mørk, HB, Mikkjal Hellisá, EB/Streymur, Sjúrður Pauli Nielsen, NSÍ, Áki Arge, EB/Streymur, Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF
Gult kort: Jonn Johannesen
Venjari: Sámal Erik Hentze