Jonn Rói Tórfinnsson hevur fingið eina góðkenda byrjan uppá sítt kappingarár í næstbestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Jonn Rói leikar við Þór Akureyri í Grill-66 deildini, ið deildin verður nevnd.
Þór hevur leikt tríggjar dystir higartil í kappingini.
Jonn Rói var ikki við tá Þór í fyrsta dystinum hetta kappingarárið tapti 27-29 fyri Fjølnir á heimavølli.
Jonn Rói skoraði trý mál tá Þór í øðrum umfari vann 26-21 á Kórdrengjum.
Í vikuskiftinum skoraði Jonn Rói fýra mál í 36-32 heimasigrinum hjá Þór á U23-liðnum hjá Fram.
Þór er nummar fýra í deildini við fýra stigum, eitt stig aftanfyri oddaliðið, HK Kópavogur sum er fremst við fimm stigum.
Fríggjakvøldið 21. oktober spælir Þór dyst á útivølli móti júst HK.