Næstformaðurin í Føroya Lærarafelag ætlar sær nú í løgtingið.
Jónleif Johannesen skal loysa av Gerhard Lognberg sum umboð Javnaðarfloksins í gamla Sandoyar valdømi. Javnaðarflokkurin boðar frá, at hann er nýggja valevni floksins umboðandi Sandoyar Sýslu Javnaðarfelag.
Jónleif Johannesen er 37 ára gamal og hevur stillað upp fyri Javnaðarflokkin einaferð áður. Tað var í 2008.
Jónleif Johannesen er fakfelagsmaður og hevur síðan 2008 sitið í nevndini hjá Føroya Lærarafelag. Síðstu fimm árini sum næstformaður. Jónleif Johannesen hevur stóran áhugað fyri skúlapolitikki. Umframt at sita í Lærarafelagnum hevur Jónleif síðstu 4 árini sitið í fólkaskúlaráðnum.
Jónleif Johannesen er eisini eitt kent andlit innan siðbundnu mentan okkara, har hann er formaður í Sláið Ring, Landsfelag føroyskum dansi at frama og er mentan føroyinga eitt av hansara hjartamálum.
Jónleif Johannesen býr í Klaksvik og starvast sum skúlaleiðari við skúlan á Fossánesi.