Jónleif formaður fyri løgtingsgrannskoðararnar

Nývaldi javnaðartingmaðurin vann lutakastið.

Tá nevndarbýti var í løgtinginum í gjár, skuldi eisini fýra løgtingsgrannskoðarar veljast.


Sum siðvenja er, so vóru tað teir fýra størstu flokkarnir á tingi, ið velja hvør sín grannskoðara. Tann flokkurin við flest tingfólki velur vanliga fyrsta limin, ið eisini verður formaður.


Til valið gjørdist Javnaðarflokkurin størsti flokkur og fekk flest tinglimir, men tá Sonja Jógvansdóttir boðaði frá, at hon tók seg úr flokkinum, gjørdust Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi líka stórir í tingmannatali.


Sostatt varð neyðugt við lutakasti millum teir báðar flokkarnar fyri at avgera hvør formaðurin skuldi vera.


Javnaðarflokkurin vann lutakastið, og gjørdist harvið teirra umboð, Jónleif Johannesen, nýggjur formaður fyri løgtingsgrannskoðararnar.


Tjóðveldi valdi Óluvá Klettskarð í nevndina, meðan Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin valdu ávikavist Jørgen Niclasen og Magnus Rasmussen.