Hósdagin varð Jonhild Thomsen borin til gravar í Klaksvík. Hon var fødd 24. juni 1913, og nú hon andaðist 20. apríl, var hon 93 ára gomul.
Jonhild var ættað úr Havn. Pápin var Jens Christian Dam úr Havn, og mamman var Kathrina, ættað úr Innistovu í Vági í Klaksvík. Jonhild var elst av fimm systkjum, og hon var tann seinasta, sum flutti foldum frá. Hini vóru Hans Hilmar Dam, Elly Djurhuus, Pavla Guttesen og Hannis Dam. Tey búðu øll í Havn.
Jonhild vaks upp í Klaksvík hjá fastur síni, Thomasiu, og manni hennara, Jens Paula Hansen, vanliga nevndur Palli í Vátutoft. Sum trý ára gomul kom Jonhild til Klaksvíkar at ferðast, og Thomasia og Palli, ið vóru barnleys, vildu helst ikki av aftur við smágentuna, og tóku tey hana sum sína egnu dóttir.
Sum ung arbeiddi Jonhild í handlinum hjá Jens Klæmint Isaksen úti í Klaksvík. Umframt at passa hús og heim fyrimyndarliga rætti hon seinni Fíu og Eliesari Poulsen eina hjálpandi hond í bókahandlinum Thule.
Í 1939 giftist Jonhild við John W. Thomsen úr Skemmuni í Porkeri. Hann hevði lært til maskinsmið og maskinmeistara í Danmark. John sigldi sum maskinmeistari, arbeiddi á bedingini hjá Kjølbro, og seinni arbeiddi hann hjá Norsk Veritas og hjá Tryggingarsambandinum. Í familjuni var eisini súkkluhandilin á Varpinum.
John doyði í 2003, og nú Jonhild er farin, er rættuliga farið at tynnast í ættarliðnum, sum fyri kríggið setti búgv í Lávíkum.
Jonhild og John áttu fýra børn: Páll (1940-1991), Anna (1942), Kára (1946) og Tove (1950). Anna býr í Klaksvík, Kára býr niðri, og Tove býr í Havn. Ommubørnini eru tíggju, og tað er eisini farið at leggjast afturat í næsta ættarliðnum.
Jonhild og John vóru friðarfólk. Heimið teirra var eyðkent av sterkum familjubondum og gestablídni. Skyldfólkini úr Porkeri og úr Havn, vitjaðu mangan, og tað var ein gleði fyri tey bæði at fáa vitjan.J