Jonhild og Óla Jákup Kruse silvurbrúdleyp

Týsdagin 22. juli hava hjúnini Jonhild og Óla Jákup Kruse á Oyrabakka silvurbrúdleyp.

Jonhild er dóttir Olgu og Jógvan Poulsen á Oyrabakka, og Óla Jákup er sonur Turid og Otto Kruse á Eiði. Óla Jákup er skiparalærdur og hevur siglt meginpartin av lívinum, men nú starvast hann á rækjuvirkinum á Oyri. Jonhild hevur starvast á rækjuvirkinum á Oyri í mong ár. Jonhild og Óla Jákup eiga fýra børn: Jógvan, Tórodd, Olga og Marni. Umframt tað eiga tey ommu- og abbabørnini Jónas og Karin. Silvurbrúdleypsdagin halda tey í heiminum leygardagin 26. juli, har øll er vælkomin.