Jonhard Hammer fjøruti

Í morgin 7. mai verður Jon­hard Hammer, stjóri á Rás2, fjøruti ár.
Jonhard er gøtumaður, hóast hann í faðirætt er ætt­aður sunnan av landi og í móðurætt úr Fuglafirði. Jon­hard er uppvaksin í Syðru­gøtu, hevur gingið í skúla við Gøtugjógv og býr nú í Norðragøtu – arbeiðir í Havn – so hann ein so globalur gøtu­maður, sum hann kann vera.
Jonhard er sonur Harald Hammer, sum er ættaður av Tvøroyri, og Sonju, sum er ættað úr Fuglafirði.
Eftir lokna skúlagongd fór Jonhard í prentaralæru hjá Stig Rasmussen á Estra. Hann hevur arbeitt sum prent­ari í nøkur ár, og eisini gingið á Handilsskúla á Kambs­dali. Men Jonhard vildi meira og annað, enn at vera prentari.
Framíhjá hevur Jonhard fingist nógv við tónleik – fyrst og fremst við at skipa fyri konsertum og tón­leikatiltøkum. Tað er ikki tann tónleikarin, hann ikki kennir, føroyskar sum út­lendsk­ar. Soleiðis var hann eisini frá byrjan partur av Summ­ar­festi­valinum í Klaks­vík.
Ein dagin í 1997 kom Jon­hard út í blaðhúsini hjá Sosialinum á Argjum. Hann hevði frætt, at Sosialinum tørvaði sølufólk, og hann beyð seg fram. Hann hevur dugað væl at tosa fyri seg, tí hann varð settur í starv – og hann hevur síðani starv­ast á Sosialinum, fyrst sum sølumaður, síðani sum marknaðarleiðari.
Tá ið Sosialurin í 2007 keypti útvarpsrásina, Rás2, varð Jonhard primus motor at fáa hesa verkætlan framda, og hann varð eisini sett­ur sum stjóri.
Jonhard hevur sum stjóri á Rás2 verið ein profilur í føroyskum fjølmiðlum. Hann hevur eina stóra upp­g­ávu, og hann leggur nógva orku í arbeiðið. Hann smæð­ist ikki at taka dystin upp við tey stóru, tað verið seg kring­varps­stjóran og hennara fylki, eins og alla ta politisku skipanina, sum heldur uppi eini - fyri privatu miðlarnar - sera órættvísari skipan.
Og fyri tíðindafólkini á redaktiónini er Jonhard ikki so galin, tí hann er tíð­indafróur og hevur altíð eina góða søgu – og tað er søg­unum, Miðlahúsið livir av.
Jonhard er giftur Oluffu f. Jacobsen av Glyvrum. Tey eiga børnini Sonju, sum er 10 ár og John sum er 7 ár.