Jonhard er "Ársins eldsál"

Venjarafelagið valdi eisini at heiðra Jonhard Hansen úr NSÍ

Venjarafelagið hevur eisini valt seinnu árini at heiðra fólki, sum gera ein stóran innsats í sínum felagi.

 

Í ár fall heiðurin til Jonhard Hansen, sum hevur havt øll hugsandi álitisstørv í NSÍ. Á hesari upptøkuni sæst og hoyrist løtan, tá Jonhard Hansen fekk heiðurin: http://www.youtube.com/watch?v=j3evMqAo0TI&feature=youtu.be

 

Jonhard Hansen er sera fegin um heiðurin. Hann ætlar ikki at sleppa endanum enn, men ætlar at hanga í nøkur ár aftrat. Undir myndini ber til at hoyra eina samrøðu við Jonhard Hansen, sum var tikin upp í ÍSF-húsinum fyrr í kvøld.