Fíggjarmálaráðið metur ikki at samanberingin, sum búskaparfrøðingurin Jonhard Eliasen ger tá hann samanber játtanar- og roknskaparviðurskiftini í dag við viðurskiftini í 80 árunum, er røtt.
Tað sigur Fíggjarmálaráðið í skrivi.
Sagt verður, at í áttatiárunum var ein ørgrynna av grunnum, sum livdu teirra egna lív. Í nøkrum grunnum vóru veruligir pengar skyldir frá landskassans gjaldføri. Hjá flestu grunnum vóru ognirnar partur av landskassans gjaldføri.
Einki samband var millum játtan á fíggjarlógini og virksemið, ið sett var í gongd, og tað, sum verri var, at einki samband var millum játtan á fíggjarlógini og skyldur, sum landið tók á seg (veðhald og lán vórðu givin uttan at hetta ávirkaði fíggjarlógina).
»Í dag hava vit eina játtanarskipan og eitt roknskaparverk, ið greitt vísa bæði hvørjar skyldur, landið tekur á seg (víst í sonevnda RLÚ 1), og hvat alment virksemi verður sett í gongd (víst í RLÚ 2). Landsroknskapurin fyri 2011 er ikki liðugur enn, men vísir í løtuni eitt RLÚ 1 hall á góðar 348 milliónir krónur«, sigur Fíggjarmálaráðið.
Í 2009 kom nýggj játtanarskipan við lóg, ið ásetti, at tá landið játtaði og harvið bant seg til eina útreiðslu, skuldi hon takast við í fíggjarlóg og landsroknskap sama ár. Árini framman undan hevði man bundið seg til stórar stuðulsupphæddir uttan, at hettga sást á fíggjarlógini og í landsroknskapinum.
»Tað hevur í mong ár áhaldandi verið funnist at, at ikki ber til at flyta eina óbrúkta játtan tvørtur um eitt ársskifti. Spurningurin varð viðgjørdur, tá nýggja játtanarskipanin bleiv gjørd. Fyri at nøkta tørvin, har hann varð mettur størstur og sostatt avmarka nýtsluna av hesum, varð skipanin gjørd soleiðis, at møguleiki varð fyri at flyt óbrúkta løgujáttan og stuðulsjáttan til seinni fíggjarár«, sigur Fíggjarmálaráðið.
Ætlanin við lógarásetingini er sambært Fíggjarmálaráðnum ikki, at hon skuldi brúkast at savna upp pening óneyðugt yvir fleiri ár, at nýta til einaferð í framtíðini. Verður hetta gongdin, kann blíva neyðugt at tillaga regluverkið.
»Samanum tikið kann sigast, at politiska skipanin í dag hevur alla neyðuga roknskapar upplýsingar at grunda sínar avgerðir á, og vit á hesum øki ikki standa aftan fyri grannalond okkara«, sigur Fíggjarmálaráðið í skrivi.








