-Tann óró, sum skuldsetingarnar ímóti mær hava elvt til, eru óhepnar fyri virðingina fyri Landstinginum og umdømi Grønlands úti í heimi, samstundis sum tær ávirka virksemið hjá flokki mínum. Við hesum í huga kenni eg meg noyddan til at siga meg úr embætinum sum formaður í Landstingi Grønlands.
Hetta brotið er úr tíðindaskrivi, sum Jonathan Motzfeldt sendi út seinnapartin í gjár eftir ein fund ímillum floksleiðsluna og tingbólkin hjá Siumut. Tað var Hans Enoksen, floksformaður og landsstýrisformaður, sum hevði kallað inn til fundin, og hann var væl nøgdur við avgerðina hjá tingformanninum.
-Eg eri ómetaliga glaður fyri, at Jonathan tók hesa avgerðina sjálvur, og hann fær okkara fulla stuðul, segði Hans Enoksen. Hann gjørdi samstundis greitt, at Jonathan Motzfeldt er ikki dømdur og tí verður verandi tingmaður, og at hann varðveitir øll síni politisku álitisstørv.
Ósekur
Jonathan Motzfeldt heldur uppá, at hann er ósekur í skuldsetingunum, sum starvskvinnan í umsitingini hevur reist ímóti honum.
-Tað er umráðandi hjá mær at leggja dent á, at eg havi reina samvitsku, og at eg á ongan hátt havi gjørt meg inn á viðkomandi kvinnu. Tí fari eg at brúka mínar møguleikar í rættarverkinum til at reinsa meg, skrivar Jonathan Motzfeldt í tíðindaskrivinum, sum hann sendi út í gjárkvøldið.
Grønlendskir fjølmiðlar skriva, at kvinnan meldaði tingformannin og ein embætismann í august í fjør, men at løgreglan í Nuuk legði málið til viks, tí hon helt ikki, at talan var um nakað revsivert. Ta avgerðina góðtók kvinnan ikki og sendi kærdi avgerðina til ríkisadvokatin. Tað gjørdi hon í desembur, og ríkisákærin hevur lovað at svara innan tveir mánaðir.