Jonathan Motzfeldt hevur lagt frá sær sum formaður í grønlendska Landstinginum, eftir at ein kvinna hevur meldað hann fyri kynsligan ágang Tað var Hans Enoksen, landsstýrisformaður, sum boðaði frá, at Jonathan Motzfeldt hevur lagt frá sær sum tingformaður. Almenna grundgevingin er, at hann ger tað fyri at verja umdømi Grønlands.
Ein kvinna hevur meldað Jonathan Motzfeldt og ein almennan stovnsleiðara fyri at hava framt kynsligan ágang ímóti sær. Hans Enoksen sigur, at Jonathan Motzfeldt ætlar sær at prógva, at hann er ósekur.
Hóast hann fer frá sum tingformaður, heldur Jonathan Motzfeldt fram í Landstinginum. Nýggjur formaður verður ætlandi valdur fríggjadagin.