Jonas: Vit taka ikki av møguleikunum

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Liðskiparin hjá KÍ ásannar, at enn ein møguleika at fara framvið HB er spiltur

Gjøgnum kappingarárið hevur KÍ havt ikki so fáar møguleikar at fara framvið HB, og seta seg á týdningarmikla fjórða plássið, men heldur ikki í dag tókur teir bláu úr Klaksvík av, tá teir taptu 1-4 ímóti NSÍ við Løkin í Runavík. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi á Rás2 við ein vónbrotnan liðskipara hjá KÍ, Jonas Flindt Rasmussen, sum tók samanum allar teir spiltu møguleikarnar hjá KÍ at vinna fjórða plássið.

 

Um HB spælir javnt ímóti FC Suðuroy, so má KÍ vinna við seks málum á EB/Streymi. Jonas ásannar, at tað er ikki ein lættur setningur, men hann trýr uppá, at tað letur seg gera.