Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, tosaði í dag í telefon við russiska forsetin, Vladimir Putin, í umleið ein tíma.
– Eg eggjaði forsetanum til at bróta av krígsatgerðirnar í Ukraina, taka russisku deildirnar úr landinum og tryggja humanitera atgongd, sigur Støra um samrøðuna.
Støre sigur, at hann inniliga bað russiska leiðaran um at steðga krígnum.
– Russiska innrásin í Ukrain er eitt ógvusligt álop á eitt frælst land og ósek fólk, sum nú er fyri ófatiligari líðing.
– Eg legði dent á, at sivilfólkið í Mariupol má hava humanitera hjálp skjótast, go at kríggið má enda við eini samráðingarloysn.
Tað var norski forsætisráðharrin, sum tók stig til samrøðuna, eftir at hava havt tingingar við sameind í Norðurlondum, Evropa og USA.
Í tíðindaskrivi frá norska forsætismálaráðnum stendur ikki, hvussu russiski leiðarin svaraði atfinningunum.
Í gjár hevði norski stjórnarleiðarin videofund við ukrainska forsætisráðharran, Denys Sjmyhal.
– Russland er grannaland hjá Noreg. Tað er tí týdningarmikið hjá okkum at greiða frá okkara støðu til kríggið beinleiðis við russiska forsetan. Vit hava bara greiðar vónir um, hvat ber til at røkka, men einki skal vera óroynt í støðuni, sum vit eru í . Líðingarnar mugu steðga. Týdningarmesti boðskapur okkara er, at krígsgerðirnar hjá Russlandi mugu steðga, sigur Jonas Gahr Støre.
Stutt eftir samrøðuna millum Støre og Putin segði Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, at russarar ikki taka seg aftur frá hermótinum við Ukraina, men umskipa og eftir øllum at døma fyrireika nýggj álop.
/ritzau/NTB











