Jonas: Súrt at missa sigurin ímóti dystarenda

(Frá Rás2) Hoyr liðskiparan hjá KÍ, Jonas Flindt Rasmussen taka samanum 2-2 javnleikin ímóti NSÍ

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Árni Gregersen gjørdi beinleiðis á Rás2 við liðskiparan hjá KÍ, Jonas Flindt Rasmussen aftaná Jonas og liðfelagarnir høvdu spælt javnleik 2-2 ímóti NSÍ á heimavølli.

 

Jonas Flindt Rasmussen heldur tað verða ótrúliga súrt, at NSÍ megnar at javna í tíðin, sum dómarin hevði lagt aftrat. Hann heldur, at KÌ hevði gott tamarhald á NSÍ fram til málið kemur. Sjálvur javnaði liðskiparin til 1-1.

 

Liðskiparin hjá KÍ staðfestir, at nú hevur NSÍ ein fyrimun við tveimum útivallarmálum, men hann slær fast, at talan verður um ein sera opnan dyst í tí seinnu hálvfinaluni, sum verður spæld við Løkin í Runavík um fimtan dagar.