Eitt av donsku feløgunum, har fleiri føroyskir fótbóltsspælarar hava roynt seg, og har føroyskir spælarar nú eru á besta liðnum, sum nú er í næstbestu donsku deildini, er Vejle.
Sambært donskum miðlum er møguleiki fyri, at ein føroyskur U21 landsliðsspælari aftrat verður partur av Vejle. Tað snýr seg um Jonas G. Hansen, sum í síðstu viku var á føroyska U21 landsliðnum, sum spældi í Moskva.
20 ára gamli Jonas Gejel Hansen royndarvenur í hesum døgum í Vejle, har hann verður á eykaliðnum, sum tíðliga seinnapartin í dag spælir ímóti eykaliðnum hjá Esbjerg.
Seinna partin av síðsta kappingarári spældi Jonas G. Hansen við TB, har hann varð skrásettur fyri tíggju dystir og eitt mál. Jonas telist ikki millum spælararnar, sum TB hevur sáttmála við fyri næsta kappingarár.
Í 2015 spældi Jonas Gejel Hansen tríggjar ferðir á U21 landsliðnum. Áður hevur hann spælt á danska U19 landsliðnum. Tá umboðaði hann Esbjerg, sum hann í dag – á eykaliðnum hjá Vejle – skal spæla ímóti. So fæst at síggja, um talan verður um sáttmála við felagið, sum fleiri aðrir føroyingar – umframt Jóan Símun Edmundsson og Viljorm Davidsen, sum nú eru á besta liðnum – hava umboðað. Millum hesar eru Christian Høgni Jacobsen, Øssur Hansen og Magni á Lakjuni.