Jónas og teir taptu tvey stig

Valur hevur fýra tær seinastu ferðirnar ikki vunnið fulla úrtøku

 

Í gjárkvøldið høvdu Jónas þór Næs og Valur vitjan av Víkingi av Ólafsvík. Hetta er felagið, sum Karl Løkin eitt stutt skifti fyrr í ár spældi við. Víkingur er uppflytari, og setningurin hjá liðnum er at varðveita plássið í bestu deildini.

 

 

Valur stríðist fyri at vinna seg fram á heiðursmerkjapláss. Úrslitið í gjárkvøldið var málleysur javnleikur. Íslendskir miðlar siga, at serliga í 1. hálvleiki vóru tað gestirnir av Ólafsfirði, sum høvdu størru møguleikarnar.

 

 

Hjá heimamonnunum mundi hetta kennast sum vónbrot. Nú hevur Valur spælt fýra landskappingardystir á rað uttan at vinna fulla úrtøku. Valur hevur ikki vunnið síðani 9. juni. Síðani tá hava úrslitini verið tveir javnleikir og tvey tap.

 

 

Valur er á sætta plássi við 16 stigum. ÍBV hevur 18 stig, Breiðablik 20 stig, Stjarnan og FH 23 tig og KR er á odda við 25 stigum.

 

 

Næsti dysturin hjá Vali verður 21. juli á heimavølli ímóti Fylkir, sum saman við ÍA er niðast við fýra stigum.  Víkingur Ó. Hevur 6 stig, Keflavík 7 stig, þór hevur 13 stig og Fram er á sjeynda plássi við 15 stigum.