Føroyingauppgerð var í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag.
Rógvi Dal-Christiansen og liðfelagarnir í Roskilde tóka á heimavølli móti liðnum hjá Jónasi G. Djurhuus og Leivi Mortensen, FIF.
Dysturin endaði við teprum 33-32 sigur til FIF, ið var á odda 16-13 í steðginum.
Jónas gjørdist toppskjútti hjá FIF við átta málum. Leivur gjørdist næstbesti málskjúttin hjá FIF við seks málum. Rógvi skoraði trý mál fyri Roskilde.
Roskilde er aftast í deildini við níggju stigum. FIF eru fimm stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.
Støðan:
| Nr. | Lið: | Dystir | Stig |
| 1 | TMS Ringsted | 20 | 32 |
| 2 | Skive fH | 20 | 25 |
| 3 | Team Sydhavsøerne | 19 | 25 |
| 4 | HØJ | 19 | 25 |
| 5 | TM Tønder | 20 | 19 |
| 6 | Aarhus HC | 18 | 19 |
| 7 | FIF | 19 | 18 |
| 8 | Rækker Mølle | 19 | 18 |
| 9 | Grindsted | 19 | 17 |
| 10 | IK Skovbakken | 20 | 17 |
| 11 | Odder | 19 | 13 |
| 12 | Otterup HK | 18 | 13 |
| 13 | Roskilde | 20 | 9 |











