Jónas tryggjaði sær eitt finalupláss, tí hann var næstur í sínum innleiðandi umfari. Jónas luttuk í fyrsta umfari av trimum. Nummar 1 og nummar 2 í hvørjum umfari komu víðari, umframt tveir teir næstu við bestu tíðini.
Tíðin hjá Jónas var 46,75, sum var sættbesta tíðin. Hóast Jónas liggur nummar 6 av 8 av finallistunum, so eru stórar vónir um EM-heiðursmerki, tí Jónas rann lagt frá síni bestu tíð.
Jónas rann sína bestu tíð fyri einum góðum mánaði síðani á oyggjaleikum á Guernsey. Tá hann vann oyggjaleikagull og seti bæði føroyskt- og oyggjaleikamet við tíðini 46,02.
Bert ein rennarin rann skjótari enn 46,02, sum er besta tíðin hjá Jónasi. Tað var bretin Carvell, ið rann sína bestu tíð 45,92. Hendan tíðin er bert 10/100 skjótari enn besta tíðin hjá Jónasi.
Finalan á 400 metrar teininum verður mikudagin klokkan 16.52. Vónirnar um heiðursmerki eru stórar. Um Jónas rennur sína bestu tíð, kann hann gerast fyrsti føroyingur, sum rennur 400 metrar undir 46 sekund.
Eiri Jógvansson Glerfoss luttekur eisini til evropameistarakappingina fyri U20 í Jerusalem. Eiri luttekur á 100 metrar teinunum. Umframt luttaka báðir í 4x100m staffett fyri Danmark.
Føroysku stórtalentini, Jónas og Eiri, umboða danska landsliðið til EM, tí Føroyar ikki eru limur í IAAF, sum er altjóða sambandið fyri frælsam ítrótt.
Hesir hava tryggjað sær finalupláss á 400 metrum:
##med2##