Fyri løtu síðani gjørdist Jónas Isaksen úr Bragdinum danskur ungdómsmeistari í longdarlopi. Hann leyp 6,67 metrar.
Jónas Isaksen luttekur um vikuskiftið í kappingini DMU á Hvidovre Stadion.
Í gjár bleiv Jónas danskur ungdómsmeistari á 400 metrum við tíðini 48,45 sekund, sum var føroyskt met.