Jónas Tór Næs spælir við B36 tey bæði næstu kappingarárini. Tað er greitt, eftir at partarnir hava sett sína undirskrift á sáttmála. Jónas, sum er 28 ára gamal, hevur í fleiri ár verið fastur partur av føroyska landsliðshópinum, og hevur hann mest sum havt einkarrætt til plássið á høgra bakki, og hevur hann spælt 40 dystir fyri A-landsliðið.
Les eisini:Landsliðsspælari til B36
Stóran part av fótbóltsuppalingini fekk hann í B36, men hann hevur eisini umboðað HB, AB, NSÍ og EB/Streym í føroyskum fótbólti. Hartil hevur hann royndir frá bæði donskum og íslendskum fótbólti.
- Fyrst og fremst, so er tað ein deilig kensla, nú eg eri aftur í felagnum, har eg eri uppvaksin. Eg havi sjálvandi roynt meg í fleiri feløgum bæði her heima og uttanlands, og vónandi havi eg við hesum fingið nakrar royndir, sum eg eisini kann geva frá mær, sigur Jónas til heimasíðun hjá B36.
Sum skilst, so var hann eisini í samráðinum við AB.
- B36 hevur fleiri spennandi uppgávur fyri framman. Bæði í landskappingini og á europiska pallinum, og tað er avgjørt nakað, sum eg eisini gleði meg til, sigur Jónas víðari heimasíðuna hjá B36.
Jónas Tór Næs hevur ikki vant við EB/Streymi síðani kappingarenda í fjør. Sum skilst, so hava partarnir óavkláraði viðurskifti.
- Tað verður gott at spæla við bólti aftur. Eg havi vant nógv sjálvur, so kropsliga eri eg væl fyri, so eg eri til reiðar at fara á vøllin, so skjótt sum venjarin gevur boð um hetta, sigur Jónas at enda við heimasíðuna hjá B36.