Kappingarárið hjá KÍ er ikki eins gott í ár, sum tað var í fjør, tá ið tað eydnaðist at vinna steypakappingina. Í landskappingini endaði KÍ í fjør á næstfremsta plássi við 60 stigum – einum færri enn FM vinnararnir í Víkingi. Undan síðsta dystinum hevur KÍ 49 stig – trý færri enn Víkingur.
-Í fjør var vónbrotið stórt, tí tá mistu vit FM heitið fram ímóti kappingarenda. Í ár kenna vit tað soleiðis, at vit spæla fyri at vinna silvurmerkini, sigur KÍ veteranurin Hjalgrím Elttør.
Tað er greitt, at Jonas Flindt Rasmussen nú takkar fyri seg í Klaksvík og KÍ. Har hevur hann verið álit í verjuni, síðani hann í 2014 fór at spæla við KÍ. Tey síðstu árini hevur hann verið liðformaður. Nú flytur hann aftur til Danmarkar.
Í 2011 og 2012 spældi Jonas Flindt Rasmussen við B36, sum hann saman við núverandi KÍ venjaranum Mikkjali Thomassen var við til at vinna FM í 2011.
-Tað hevur verið stór uppliving fyri meg í so nógv ár at hava verið í Føroyum. Í síni tíð var tað liðformaðurin hjá mær í Svendborg, Julian Johnsson, sum var millummaður, tá ið eg fór at spæla við B36, sigur KÍ liðformaðurin.
Jonas Flindt Rasmussen, sum sjeynda november verður 29 ár fer í dag fer at spæla fyri 145. ferð í Effo-deildini. Hann hevur eisini spælt tólv ferðir í steypakappingini, tveir stórsteypadystir, tveir dystir í europeisku meistarakappingini og í summar tveir dystir í Europa liguni.
Bæði KÍ og NSÍ hava tryggjað sær pláss í Europa liguni næsta summar. 60 ára haldið hjá NSÍ varð fagnað við gullkrónum í steypakappingini. Um tað skal eydnast NSÍ at vinna heiðursmerkir í landskappingini, so er neyðugt at vinna fulla úrtøku ídag. Um tey so verða av silvuri ella bronsu valdast um, hvussu tað fer at ganga millum HB og B36.
Símun Rógvi Hansen, sum varð roknaður at vera besti málverjin í Effo-deildini, hevur seinastu umførini ikki verið í NSÍ málinum orsaka av skaða, og Einar Tróndargjógv hevur eisini verið so mikið skaðadarvaður, at tað ikki hevur borið honum til at spæla.
Báðar ferðirnar, tá ið KÍ og NSÍ higartil í ár hava dystast í landskappingini, var úrslitið 2-2. Í báðum førum javnaði Klæmint A. Olsen fram ímóti dystarenda til 2-2.