Jonas F. Rasmussen: HB skapti einki

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Liðskiparin hjá KÍ er vónbrotin, og heldur, at KÍ átti eitt brotsspark í dag

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við liðskiparan, og verjuskansan hjá KÍ, Jonas Flindt Rasmussen aftaná 2-4 tapið hjá KÍ ímóti HB á ovara vølli í Gundadali í Havn í dag.

 

Liðskiparin hjá KÍ er sera vónbrotin um tap, tí eftir hansara tykki skapar HB einki. Bæði brotsspørkini HB fekk í fyrra hálvleiki, sum Christian Restorff Mouritsen setti inn, heldur hann tó vóru eftir bókini, men Jonas Flindt Rasmussen hevur ilt við at síggja, at HB skapti nakað serligt.

 

Hóast tapið er liðskiparin hjá KÍ nøgdur um, at liðið vísti góðan moral við at koma aftur frá 0-2 og koma uppá javnleik 2-2. Hann heldur, at hugburðsliga er talan um framgongd mett í mun til 1-3 tapið ímóti NSÍ á heimavølli farna vikuskiftið. 

 

Jonas Flindt Rasmussen heldur dómarin dømdi ein dyst, men hann heldur avgjørt, at Johan Troest Davidsen gjørdi brotsspark, tá hann tók bóltin við hondini í HB brotsteiginum.