Jónas er níggjundi besti málskjúttin í deildini

Jónas G. Djurhuus hevur skotið 65 mál í 13 dystum higartil

Tað hevur gingið upp og niður hjá føroyingaliðnum, FIF í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. FIF er í løtuni nummar átta í deildini við 13 stigum fyri 13 dystir.

 

Tó hevur tað gingið sera væl hjá Jónasi G. Djurhuus, ið er níggjundi besti málskjúttin í deildini. Jónas hevur skotið 65 mál í 13 dystum, og hevur sostatt í miðal skotið fimm mál í hvørjum dysti fyri FIF hetta kappingarárið.

 

Næstbesti føroyski málskjúttin í deildini er Teis Horn Rasmussen hjá Aarhus. Teis er nummar 31 á málskjúttalistanum við 48 málum í 13 dystum.

 

Liðfelagin hjá Jónasi, Leivur Mortensen er nummar 50 á málskjúttalistanum við 40 málum í 13 dystum.

 

Her eru níggju teir fremstu málskjúttarnir í næstbestu donsku hondbóltsdeildini:

 

##med2##