Tað var felagið Kartney Music í Svanga í Havn við systkjunum, Ólavi og Jonu á Váli Olsen, sum skipaðu fyri stuðulskonsertini.
Umframt tey bæði Jonu og Ólav luttóku fleiri ymiskir sangarar, tónleikarar og kór. Tey sum luttóku vóru: Jens Marni Hansen, Hallur Joensen og Dropar, Eyðun Nolsøe, Rakul Petersen, Martin Joensen, TOS, Petur Háberg Trio og Jóan Petur á Stongunum.
Inn komu til tilsamans 7.000 krónur. Allur peningurin fór óskerdur til hjálpararbeiðið, sum fer fram á vanlukkuraktu oynni Haiti.
Fríggjadagin handaðu Jona og Ólavur kekkin við upphæddini til Suna Winther frá Reyða Krossi.