Lesararnir hjá amerikanska tíðarritinum AskMen hava kosið sjónvarpsmannin Jon Stewart sum tann mannin, ið hevur størstu ávirkanina í heiminum. Hann fekk meirilutan av teimum 500.000 atkvøðunum, sum tíðarritið fekk frá lesarunum.
Jon Stewart er serliga kendur fyri sínar atfinningar at høgravonginum í amerikonskum politikki, men aðrir politikarar sleppa heldur ikki snikkaleysir.
Harafturat vísir tað seg, at nógvir amerikanarar siga seg fáa tey flestu tíðindini í Daily Show, sum sending hansara eitur, hóast hetta ikki er ein tíðindasending.
Jon Stewart hevur minst ein gest í hvørjari Daily Show-sending, og gestur í kvøld er eingin annar enn Barack Obama, forseti. Um hann er annars at siga, at hann er nummar 21 á listanum við teimum monnum, sum hava størst ávirkan í heiminum.