Jón Aldará úr Hamferð er nýggjur sangari í finska superbólkinum Barren Earth. Hetta kunnger bólkurin í dag.
Barren Earth er ein sonevndur progressivur deyðsmálmsbólkur, við limum, ið nærum allir frammanundan eru kendir úr øðrum tungmálmsbólkum. Teir vóru stovnaðir í 2008, og hevur finnin Mikko Kotamäki sungið í bólkinum, á teimum báðum fløgunum og EP’ini, ið teir hava givið út higartil.
Á Facebook siga limirnir í Barren Earth, at teir eru spentir at bjóða Jón uppí bólkin. Seinastu tíðina hevur bólkurin arbeitt við tilfari til sína triðju heilu útgávu, og ætlanin er at fara í upptøkuhøli saman við Jón á vári 2014.
Jón sigur sjálvur, at hann er fjeppari av Barren Earth, og var tí ongantíð í iva um, at hann vildi bjóða seg fram sum sangara, nú plássið var tøkt. Hann sigur, at hann hevur hugt at nýggja tilfarinum og er sera spentur um at vera partur av framtíðini hjá Barren Earth.
Janne Perttilä gittarleikari leggur ikki fingrarnar ímillum, tá hann tosar um nýggja føroyska sangaran:
- Jón er ein vinur við einari sterkari rødd, ið er einki minnið er fullkomin til okkara tilfar - gamalt og nýtt. Eg flenti bara bítt, tá vit vandu nakrar av nýggju sangunum við honum, fyrstu ferð vit vandu saman. Hetta var eftir, at vit høvdu sent tilfar aftur og fram seinastu mánaðirnar. Alt ljóðaði bara so gott. Eg veit væl, at tað ljóðar sum ein cliché. Men hansara íkast til nýggja tilfarið, hevur tikið ljóðið hjá okkum til eitt heilt nýtt støði. Eg kann næstan ikki bíða, til at sleppa út at spæla við honum og í upptøkuhøli.











