Jon Mortensen 65 ár

   

65 ár eru nú klikt inn á lívsins stempulklokku hjá tvøramanninum Jon Mortensen. Stempulklokkan skal halda skil á nógvum. Ungdómurin, manndómurin, børnini, konan, hús og heim, eydnan og hvussu nógvir dagar eftir eru á kortinum. Men størsti posturin hjá flestum okkum er helst brotið, sum eitur arbeiðið. Tíðin er so undarlig, at hon tykist so rúgvusmikil og long tá hon liggur frammanfyri og so stutt og horvin, tá ið hon er farin framvið. Fyri tveimum árum síðani kom Jon til brotið sum eitur pensjónstíð hjá politistum. 37 ár í samfelagsins tænastu vóru fokin framvið. Samvitskufulli og dugnaligi politisturin hevði røkt sína skyldu. Sum sýslumaður í Vágum, á Sandi og á Tvøroyri og sum politistur í Runavík og serliga í Havn. Men hvat nú?
63 ára gamal - tað er eingin aldur. Hugurin varð til sjógvin, men knøini søgdu nei. Nøkur ár gingu, dagarnir høvdu hug at líkjast. Onki varð av álvara at takast við.
Men dugnaskapurin, hjálpsemi og ídni, sum politiið í trý áratíggju fekk gleðina av, er nú komið bili nummar 5 hjá Auto til góðar. Tí hóast at Politiið heldur at orkan er ikki til arbeiði aftaná tey seksti trý, so er stempulklokkan hjá Jon so avgjørt ikki samd. Tá funktionerarnir møta til arbeiðis hevur Jon longu koyrt fleiri tímar og hann gevst ikki fyrrenn at Útvarpið hevur havt seinnu tíðindasendingina. Og so væl tað.
Ídnið og samvitskan sum Jon hevur lagt í arbeiðið hevur eisini merkt allar aðrar partar av lívi hansara. Stempulklokkan hevur havt úr at gera við at skráseta.
Serliga hava vit børnini havt gleðina av einum kærum, umhugsnum og skila-góð-um pápa. Tú hevur dugað at leitt okkum á rættu kós - onkuntíð við nøkrum røttum orðum og aðrar tíðir við røttum gerðum. Hepnið hevur tú eisini við tær. Vit skulu ikki taka dagar ímillum hvør tykkara er betur giftur, men væl dugir tú at velja tær konu.
Vit eru komnar í heimin til eitt gott heim, sum tit bæði hava skapt tykkum. Fyrstu árini í Runavík, men serliga seinastu nógvi árini á Spógvavegnum í Havn hava tit ikki einans bygt eini hús, men eina borg um familju okkara.
Hóast at árini innan politiið hava verið nógv, var ikki altíð vit fingu so nógv at vita um hvat tú gjørdi. Men vit vita, at tá ið tú kom illa skaddur heim aftaná arbeiðstíð var tað róliga sinni í tær, sum helt verð okkara saman. Vita eisini, at tú gav Paul Watson og Sea Shephard ein skarpan gang. Tann tíð tað var.
Í oktobur 1962 helt verðin ondini. Sovjetsamveldið og USA hildu bæði hondini yvir reyða knøttinum - hvør blinkaði fyrst? Flestum kunnugt so var tað Khrushchev. Eisini har hevur stempulklokkan hjá Jon verið til arbeiðis. Eina løtu í 1962 vóru einans fáir hundrað metrar ímillum bumburnar hjá Khrushchev og ein ungan telegraf-ist av Tvøroyri, tá skipini hittust nærindis Cuba. Telegrafisturin gjørdist politistur og politisturin gjørdist taxasjafførur. Men hóast at starvsheitini broytast, so broytist maðurin ikki. Jon Mortensen fyllir í dag 65 - vónandi hava vit teg i 65 afturat.

Hjartaliga tillukku frá
døtrunum hjá tær.