TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við framherjan hjá FC Suðuroy, Jón Krosslá Poulsen, aftaná 1-2 tapið hjá FC Suðuroy ímóti KÍ norðuri í Klaksvík.
Jón heldur, at tað var ógvuliga súrt at missa javnleikin í tíðini dómarin hevði lagt aftrat, men hann heldur, at FC Suðuroy hevði eitt gott konsept, har teir lógu longri afturi á vøllinum, og dúvaðu uppá mótálop, og lítið manglaði í, at konseptið helt.